Góðan morgun Føroyar artwork

Góðan morgun Føroyar

1,762 episodes - Faroese - Latest episode: 29 days ago - ★★★★★ - 3 ratings

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

 

Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500

Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

News
Homepage Apple Podcasts Google Podcasts Overcast Castro Pocket Casts RSS feed

Episodes

Góðan morgun Føroyar

April 08, 2024 09:45 - 1 hour

Veðrið, føroysk ross, ferðavinna Gestir: Andrias Klein Gregoriussen Signa Kallsoy Joensen Jóna Ólavsdóttir Rannvá Poulsen Heðin Poulsen

Góðan morgun Føroyar 21.03.2024

March 21, 2024 12:51 - 2 hours

Gestir: Armgarð Arge Tóra við Keldu Halla Nolsøe Poulsen Andrias Sigmundsson Jacobsen Turið Poulsen

Góðan morgun Føroyar 13.03.24

March 13, 2024 10:52 - 2 hours

Hoyr alla sendingina Gestir: Torben Nielsen Eyðun Jacobsen Herborg Torkilsdóttir Sóley Heradóttir Hammer

Privatbrøvini eru mest spennandi

March 05, 2024 12:55 - 15 minutes

Flestu av teimum gomlu brøvum og skjølum, sum eru at finna á skjalagoymslum, eru av meira almennum slag, tí hesi eru lættari at fáa hendur á. Verri er ofta statt við brøvum, send millum vanlig fólk, tí hesi vera ofta burturbeind, tá fólk doyggja, og tá ruddað verður upp í goymslum og deyðsbúgvum. Tí helt Erling Isholm, lektari, tað vera serliga spennandi at kaga í brøvini frá 1807 úr lastini hjá skipinum Onnu Mariu, sum føroyska sendiliðið fekk atgongd til.

- Við bókini kanst tú hvíla teg frá tær sjálvum

March 04, 2024 09:47 - 17 minutes

Lesiátakið snýr seg um at lesa gular bøkur. Tað vil siga bøkur, sum hava okkurt gult á permuni. Er tað kortini so, at onkur fegin vil lesa eina bók, ið ikki er gul, so ber til at seta ein gulan prikk á, siga Thordis Dahl Hansen og Sara Leonhard Dybvad, sum hava bókasavnið um hendur. Mannagongdin er soleiðis, at tá ein bók er lisin, skal eitt bókaummæli gerast og latast inn á bókasavninum. Fyri hvørjar 10 síður fær man eitt miniegg umframt ein lutaseðil. Seinni verður lutakast um eitt stórt p...

Góðan morgun Føroyar 01.03.24

March 01, 2024 10:59 - 2 hours

Gestir: Andrias Klein Gregoriussen Páll Danielsen Rasmus Vigant Samuelsen Sjúrður Skaale Heri Reynheim Absalon Hansen

Góðan morgun Føroyar 29.02.24

February 29, 2024 10:26 - 2 hours

Gestir í sendingini eru Turið Poulsen, Elinborg Mortensen, Finnur Koba, Jákup Andrias Funn Joensen, Annete Danielsen, Jóhanna Hansen

Foreldur skulu tora at seta mørk

February 29, 2024 08:28 - 28 minutes

Tímir tú at bera tallerkin yvir í køkin? Kanst tú sløkkja telefonina nú? Tímir tú at lata teg í jakka? Fleiri foreldur munnu kenna til støður, har tey vita, at taka tey eina avgerð fyri barnið, ja so er grátur og ósemja í væntu. Men tað er umráðandi, at foreldur tora at taka tær ópopuleru avgerðirnar, tá tað er tað besta fyri barnið. - Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir. Børn hava tørv á hjálp og vegleðing frá teimum vaksnu, og í flestu førum vita tey vaksnu betur enn barnið. So...

Eg havi ongan skugga í Føroyum

February 28, 2024 12:36 - 24 minutes

Birgit Remmel er fødd í Týsklandi, men hevur búð meginpartin av lívinum í Føroyum eftir hondini, og kennir seg í flestu førum sum føroying, men hetta við at familja og slekt fyllir so nógv í prátinum her, ger, at hon ikki altíð kann tosa við. Ikki visti hon nógv um Føroyar, tá hon kom hendan vegin, tí Færø, Fanø ella hvat tað nú æt, mátti vera ein donsk oyggj, sum undarligt nokk hevði sítt egna mál. Hon er ein av teimum, ið kemur undir nýggja hugtakið hjá Hagstovuni, sum sigur, at hon hevur...

Góðan morgun Føroyar 28.02.2024

February 28, 2024 10:33 - 2 hours

Gestir hesa ferð: Turið Poulsen Erla Thorsteinsson Birgit Remmel Sára Gullfoss

Klædnakravið í løgtinginum skal haldast

February 27, 2024 14:14 - 15 minutes

Tú kanst ikki fara í hvat sum helst, tá tú skalt standa á tingsins røðarapalli, tí í løgtinginum er klædnakrav galdandi. - Klæðini skulu vera siðilig og tignaðarlig, sigur Bjørt Samuelsen, tingforkvinna. Herfyri stóð løgtingslimurin, Jørgen Niclasen, á tingsins røðarapalli í eini heimabundnari skipstroyggju. Jørgen Niclasen legði mynd út á sín Facebook-vanga av hesum, men tað vísti seg, at tað vóru tey, sum høvdu hug at havast at, at hann var í heimabundnari troyggju og ikki skjúrtu, slips...

Góðan morgun Føroyar 27.02.2024

February 27, 2024 11:06 - 2 hours

Gestir hesa ferð: Fríða Næss Turið Poulsen Harald Bjørgvin Bjørt Samuelsen Jørgen Niclasen Ria Tórgarð

Harald tekur myndir í Antarktis

February 27, 2024 10:15 - 11 minutes

Í nógv ár hevur Harald Bjørgvin droymt um at sleppa til Antarktis at taka myndir. Tá hann sá, at kendi myndamaðurin, Nigel Danson, fór at halda eitt skeið í myndatøku í Antarktis, byrjaði hann at spara sær pening saman til ferðina. Hann hevur nú verið 8 dagar í Antarktis. Saman við 84 øðrum myndafólkum lærir hann eina rúgvu um at taka góðar myndir. Tey búgva umborð á skipinum Sylvia Earle, og tvær ferðir um dagin fara tey útferðir við gummibátum. Niðanfyri ber til at síggja nakrar myndir, s...

Foreldur spæla stóran leiklut í rúsdrekkavanum

February 26, 2024 13:10 - 14 minutes

At geva barninum ávísar mongdir av rúsdrekka, áðrenn tað er 18 ár, er tað sama, sum at siga, at tú góðtekur, at barnið drekkur. Tað heldur Daisy Iversen, sum er ráðgevi í SSP, sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi. Í arbeiðinum hittir Daisy Iversen ung fólk kring landið og foreldur teirra. Hóast vit í Føroyum ikki hava neyv tøl, so er hennara fatan, at vit ivaleyst fylgja gongdini í rúsdrekkavanum í londunum rundan um okkum - tey ungu drekka minni enn fyri 20 árum ...

Tjóðskjalasavnið við nýggjum møguleikum á Vanganum

February 26, 2024 11:13 - 12 minutes

At Tjóðskjalasavnið er komið á Vangan, merkir ikki, at trygdin er í vanda. Tað siga Sámal Tróndur Finsson Johansen, stjóri, og Poul A. Simonsen, skjalavørður. Tjóðskjalasavnið umsitur nógvar persónsviðkvæmar dátur frá øllum myndugleikum í landinum, og tað hevur alstóran týdning, at slíkar dátur verða handfarnar so trygt sum gjørligt. Savnið er fyrsti tænastuveitarin á Vanganum, ið brúkar knýtið til Skjalhald. Hetta hevur við sær, at tá tú søkir um atgeingi á Vanganum, verður eitt mál beinle...

Góðan morgun Føroyar 26.02.2024

February 26, 2024 09:55 - 1 hour

Gestir hesa ferð:   Turið Poulsen Daisy Iversen Sámal Tróndur Finsson Johansen Poul A. Simonsen

Leggur saksin á hillina og verður ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini

February 23, 2024 10:38 - 9 minutes

Eftir at hava rikið sína egnu hárfríðkanarstovu í 20 ár, fer leirvíkingurin Kartin Høgnesen nú at taka við nýggjum starvi. Hann er settur sum ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Talan er um fulltíðarstarv, ið eitt nú snýr seg um at menna ungdómsleiðarar og at styrkja ungdómsarbeiðið kring landið. Tað eru fleiri, ið halda tað vera keðiligt, at tey nú missa sín fasta frisør, sigur Kartin flennandi. Men tað eru nógvir góðir frisørar í Føroyum, so tað man fara at ganga, leggur hann a...

Góðan morgun Føroyar 23.02.24

February 23, 2024 10:34 - 2 hours

Gestir: Hanus Kjølbro Árni Andreasen Filip á Smíð Kartin Høgnesen Dorit Hansen Dávur Winther

Góðan morgun Føroyar 22.02.24

February 22, 2024 11:09 - 2 hours

Gestir í sendingini eru Bjørg Mikkelsen, Turið Laksá, Jan Simonsen, Bjørn Kunoy, Heini í Skorini, Súsanna Winther Poulsen, Lone Eriksdóttir.

Her kanst tú vera, sum tú ert

February 22, 2024 10:29 - 24 minutes

Í nærum tíggju ár hevur Fountainhúsið verið til, og hesa tíðina hevur hurðin verið opin fyri teimum, sum hava brúk fyri at koma seg eftir sjúku, og sum vilja í gongd við ein skipaðan gerandisdag aftur. Í løtuni eru umleið 45 fólk limir í Fountaiinhúsinum, og tey arbeiða so nógv ella so lítið, sum tað passar hjá teimum, og eru her so leingi, tey hava hug og tørv, sigur Súsanna Winter Poulsen, sum er ein av stovnarunum av Fountainhúsinum.

Send heim við blóðtøppi

February 21, 2024 12:10 - 18 minutes

Eitt leygarkvøld heima við hús fær 22 ára gamla Lív Birgirsdóttir Johansen knappliga sterka høvuðpína aftaná eitt njós. Um vikuskiftið versnar pínan so mikið, at hon fer til sín kommunulækna mánamorgun. Hon greiðir frá sínum sjúkueyðkennum: hon hevur ilt eitt ávíst stað í høvdinum, og pínan fer eisini niður eftir nakkanum. Læknir metir, at høvuðpínan kemst av spenningum í nakkanum, og at hon kann bíleggja sær eina tíð hjá fysioterapeuti.

Nógvir dopingdómar koma av ósketni

February 21, 2024 10:43 - 15 minutes

- Tað sum motiverar meg mest við starvinum sum samskipari hjá Antidoping Føroyar, er upplýsing til føroyskar íðkarar um tær reglur, sum eru innan antidoping, tað sigur Pál V. Joensen, sum júst er byrjaður í starvinum. Tað snýr seg um at vera sera varin, tá tú íðkar á høgum støði, tí nógvir dopingdómar koma av ósketni. Dømi eru um at ítróttarfólk taka okkurt kosttilskot, sum inniheldur okkurt, sum stendur á langa listanum við bannaðum evnum, ella at tey hava tikið onkran heilivág, sum ikki er...

Góðan morgun Føroyar 21.02.24

February 21, 2024 10:36 - 2 hours

Gestir í sendingini eru Turið Laksá, Pál V. Joensen, Lív Birgirsdóttir Johansen, Annika Nørspang Nolsøe

Hósvíkar Róðrarfelag fyllir 50 ár

February 20, 2024 13:16 - 11 minutes

Felagsskapurin hevur alt at siga. Tað halda Anna Olsen og Bjørk Lykke Ludvig, sum eru ávikavist trivnaðarfólk og forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelagi, sum tann 25. apríl hátíðarheldur 50 ára stovningardag. Júst góði felagsskapurin og stóra arbeiðið, sum tey sjálvbodnu gera, er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað gongst felagnum væl. - Limir úr Hósvík og øllum Sundalagnum eru altíð fúsir at hjálpa til, tá tørvur er á tí, og tað hevði ikki gingiðst felagnum so væl uttan stóru hjálpina frá teimum...

Nógv fleiri føroysk børn og ung venja fótbólt

February 20, 2024 12:26 - 16 minutes

Seinastu fimm árini eru nógv fleiri børn og ung í Føroyum farin at venja fótbólt. Hjá gentum er talið vaksið 27 prosent, og hjá dreingjum 20 prosent. Christina Ravnsfjall, grasrótasamskipari hjá Fótbóltssambandinum, arbeiðir við breiddarfótbóltinum. Hon byrjaði í starvinum í 2018 og beinanveg var ein málsetningur at fáa fleiri fólk at spæla. Fyrsta stig var at fáa feløgini at skráseta allar spælarar. Tað var skjótt greitt, at størsta potentiali var at fáa fleiri gentur at spæla. Tær vóru b...

Góðan morgun Føroyar 20.02.2024

February 20, 2024 10:04 - 2 hours

Gestir hesaferð: Turid Laksá Sverri Steinhólm Katrin Dam á Neystabø Christina Ravnsfjall Bjørg Ludvig Anna Olsen

Vit mugu hava dreingirnar við

February 19, 2024 12:49 - 15 minutes

Møguliga er tað hetta, sum er orsøk til tølini, sum Gigni almannakunngjørdi í farnu viku, har staðfest verður, at fleiri gentur enn dreingir verða koppsett móti HPV. Av teimum, sum vóru fødd í 2010 eru 95% av gentunum og 53% av dreingjunum koppsett. - Tað, sum er jaligt við hesari koppseting er at dreingirnir síggja út til at fáa stórar fyrimunir eisini, sigur Katrin Kallsberg, lækni, sipandi til at talið av dreingjum, sum fáa prikini, ikki er eins høgt og tað hjá gentunum.

Góðan morgun Føroyar 19.02.24

February 19, 2024 09:46 - 1 hour

Gestir: Andrias Klein Gregoriussen Katrin Kallsberg Hedvig Westerlund-Kapnas Bergljót Hátún Madsen

Janus Wiberg: At vinna Melodi Grand Prix er ikki tað týdningarmesta

February 16, 2024 11:12 - 12 minutes

Leygarkvøldið verður danska Melodi Grand Prix hildið í konserthúsinum hjá DR í Keypmannahavn. Átta sangir fara at dystast um heiðurin at umboða Danmark í Eurovision kappingini, sum verður í Malmø í Svøríki. Millum teir átta sangirnar er I Need Your Love, sum Janus Wiberg syngur. - Eg hevði ikki roknað við, at tað var so nógv fyrireiking í sambandi við at syngja ein sang, sigur føroyski luttakarin. Nógv venjing og rættiliga nógvar samrøður við alskyns miðlar. Á ein hátt gleði meg, til hett...

Góðan morgun Føroyar 16.02.2024

February 16, 2024 10:56 - 2 hours

Gestir hesa ferð: Hanus Kjølbro Janus W. Mortensen Linda Andrews Andrass Thomsen Ári Rouch

Marius skal kappast í støddfrøði

February 15, 2024 10:21 - 12 minutes

Sunnudagin fekk Marius Danielsen boð um, at hann er ein av vinnarunum í Georg Mohr støddfrøðiskappingini. Tað merkir, at hann fer til Danmarkar at luttaka á einum vinnaraskeiði 25.-28. februar, sum tann einasti úr Føroyum. Tað eru 10 ár síðani, at nakar úr Føroyum hevur verið millum vinnararnar. Á skeiðnum skulu tey til undirvísing, royndir og fyrilestrar við tí endamáli at senda nøkur víðari til kappingar í støddfrøði. Ein partur er eisini at vera saman við øðrum, sum hava áhuga fyri støddf...

Góðan morgun Føroyar 15.02.2024

February 15, 2024 10:13 - 2 hours

Gestir hesa ferð: Hanus Kjølbro Siri S. Hansen Marius Danielsen Jóannes Andreasen Urd Johannesen

Dávur Birgisson saknaði føroyskt frálærutilfar til byrjarar

February 14, 2024 11:29 - 17 minutes

Gittaristurin Dávur Birgisson hevur skrivað nýggja lærubók, ið nevnist Gittarskúlin. Hetta er fyrsta lærubók av sínum slag á føroyskum. Bókin er bygd upp soleiðis, at byrjað verður við tí heilt einfalda. Síðani verður lagt aftrat so hvørt. Tá tú ert komin ígjøgnum bókina, hevur tú førleikar til bæði at spæla, improvisera og lesa nótar. Hetta er tó sjálvandi treytað av, at tú venur nógv, viðgongur Dávur Birgisson.

Góðan morgun Føroyar 14.02.24

February 14, 2024 10:47 - 2 hours

Gestir í sendingini eru Jóhanna Súnadóttir Petersen, Jóhanna Kjærbæk, Hanus Kjølbro, Sigert Patursson, Dávur Birgisson

Hvussu kann eg hjálpa?

February 13, 2024 11:44 - 15 minutes

Summi kunnu velja at setast aftur, um tey skulu standa í bíðirøð saman við 400 øðrum fólkum fyri at sleppa inn til eina konsert, ella um tey ikki vita, um tey sleppa á vesið tá tey hava brúk fyri tí. Øðrvísi er, um tey hava eitt frábrigdi, sum sigur starvsfólkunum á staðnum, at hesi eru vælkomin at spyrja, hvussu tey kunnu hjálpa? Tað er hetta, sum sólblómuskipanin leggur upp til. Er ein stovnur ella eitt felag partur av sólblómuskipanini, so merkir tað, at starvsfólkini her kunnu spyrja tey...

Stuttfilmar viðgera ofta somu evni

February 13, 2024 10:57 - 21 minutes

- Evni sum sjálvmorð og deyði hava eitt sindur av power í sær, og tey hava gjøgnumslagskraft. Man verður lagdur til merkis, um man velur tungastu evnini, sum man yvirhøvur kann. Tað pressar áskoðaran til at taka støðu til nøkur ting, sigur Hermann Eliassen, filmsummælari, og leggur afturat, at tá ið man sum ungur filmsleikstjóri byrjar, so vil man fegin, at fólk leggja merki til ein, og tá er lætt at velja eitt av hesum tungu evnunum, sum viðgera lívsins spurningar.

Góðan morgun Føroyar 13.02.24

February 13, 2024 10:08 - 2 hours

Gestir: Hanus Kjølbro Hermann Eliasen Gunn Hernes Tóra við Keldu Kristina Djurhuus Christiansen

Nýggj gransking vísir, at hitin lækkar 30 stig næstu øldina

February 12, 2024 10:10 - 11 minutes

Karin Margretha Larsen, havfrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni, er ein av teimum 17 limunum, sum eru valdir í eitt nýtt ráðgevandi toymi hjá Danska veðurlagsgranskingarstovninum, Nationalt Center for klimaforskning. Uppgávan hjá Karin Margrethu Larsen og hinum í nýggja ráðgevandi toyminum er at kunna vitanina um veðurlagsbroytingar og teirra avleiðingar fyri menniskju og náttúru í ríkisfelagsskapinum.

Góðan morgun Føroyar 12.02.2024

February 12, 2024 09:49 - 1 hour

Gestir hesaferð: Hanus Kjølbro Eydis Ellendersen Karin Margretha Larsen

Gevandi at vera flóttafólkavinur

February 09, 2024 13:31 - 13 minutes

Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast, at koma at kenna samfelagið, og at gerast partur av teimum felagsskapum, sum knýta okkum saman. Tað kann vera á arbeiðsplássinum, í skúlanum ella í frítíðarítrivi. Reyði Krossur hevur tí tørv á fólki, ið vilja vera sjálvboðin, og sum eru áhugað at fáa samband við fólk úr øðrum londum. Ein, sum er flóttafólkavinur, er Tóra Oddnyardóttir Sørensen. Hon hevði sæð lýsingar frá Reyða krossi, har tey leitaðu eftir flóttafól...

Lítið nýtt í populeru kongabókini

February 09, 2024 12:55 - 22 minutes

Kongeord. Soleiðis eitur bókin, har nýggi kongurin, Fríðrikur tann 10., við egnum orðum fortelur um tankar og hugleiðingar um kongaorðið - Forbundne, forpligtet, for Kongeriget Danmark. Bókin bleiv útgivin mánadagin 15. januar, dagin eftir at Fríðrikur tann 10. hevði tikið við sum kongur. At talan er um eina populera bók, er eingin ivi um. Bókin bleiv alt fyri eitt útseld frá forlagnum, og bókhandlar í Føroyum siga, at fólk høvdu skrivað seg upp á listar fyri at tryggja sær eitt eintak av ...

Góðan morgun Føroyar 09.02.24

February 09, 2024 10:47 - 2 hours

Luttakarar í sendingini eru: Suni Merkistein Andrias Klein Gregoriussen Bjørg Berg Wiggins Tóra Oddnyardóttir Sørensen Eiler Fagraklett Marna Jacobsen

Skúlastjórar trívast illa

February 08, 2024 11:12 - 22 minutes

Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jóhan Stenberg, sigur, at vit skulu fyribyrgja, at skúlastjórar velja at stinga í sekkin. Umstøðurnar eiga at verða broyttar og bøttar. Í Noregi vísa nýggjar kanningar, at 7 av 10 skúlastjórum trívast illa og halda starvið beinleiðis vera heilsuskaðiligt. Hóast vit ikki hava somu kanningar í Føroyum, so síggja vit eina gongd, har mong skift eru í skúlaleiðslum kring landið. Ofta er heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv eru leys at søkja.

Góðan morgun Føroyar 08.02.24

February 08, 2024 10:20 - 2 hours

Gestir: Andrias Klein Gregoriussen Jóhan Stenberg Hans Jón Thomsen Regin W. Dalsgaard Elin Dagbjørtsdóttir Neshamar Rani Nolsøe

Vitlíki sigur veðrið á fremmandamáli

February 08, 2024 10:16 - 14 minutes

Eitt videobrot av føroyskum veðurmanni, sum lesur veðrið á lýtaleysum týskum, fronskum, sponskum, ukrainskum og kinesiskum, fór sum eldur á sosialum miðlum í gjár. Tað vísir seg, at hetta er ein avatarur, sum Regin W. Dalsgaard og Andrias Gregoriussen hava evnað til. Fleiri vóru á morgunredaktiónini í gjár og hugdu at videobrotinum. Øll vóru púra paff av hesum, tí tað bæði sær út og ljóðar fulkomuliga veruligt. Tónalag, keipur, kroppsmál.

50 ár síðani Komið øll við hjá Straight Ahead

February 08, 2024 10:11 - 23 minutes

Hetta er eitt høvi at heiðra bólkin, sum gav føroya fyrstu rokkplátu út, sigur Rani Nolsøe, ið er í fyrireikingarbólkinum. Sjálvur minnist Rani væl fyrstu ferð, hann hoyrdi Komið øll við í útvarpinum. Hann sat saman við pápa sínum, sum als ikki skilti hetta nýggja, men fyri Rana rakti tað plett. Hann ásannar, at Straight Ahead hevur verið ein stór tónleikalig íblástrarkelda. Hóast bólkurin bara var virkin nøkur fá ár, so legði hann nógv eftir seg. Tvær singulplátur, eina EP og legendaris...

Nógvir føroyingar raktir av umfarssjúkum

February 07, 2024 13:05 - 30 minutes

Hosti, fepur, høvuðpína og nos. Seinastu mongu vikurnar hava nógv fólk havt júst hesi sjúkueyðkennini. Sambært kommunulæknanum, Gunnhild Helmsdal, eru fleiri orsøkir til, at lutfalsliga nógv fólk hava krím, koronu ella influensu júst nú. Ein høvuðsorsøk er árstíðin. - Vit eru á hávetri nú, so tað er ikki so óvanligt við sjúkum um hesa tíðina. Tað er kalt, og vit eru meira inni, og tá trívast allar tær ymisku infektiónirnar betur, sigur Gunnhild Helmsdal og vísir samstundis á, at talið í á...

Góðan morgun Føroyar 07.02.2024

February 07, 2024 10:37 - 2 hours

Gestir hesa ferð: Andrias Klein Gregoriussen Vónbjørt Vang Oyvør Jacobsen Terji Nielsen Gunnhild Helmsdal

Her kanst tú saktans leggja ein bý

October 27, 2023 12:39 - 17 minutes

Neinbjørn veittrar sjúkrabilinum farvæl

October 27, 2023 11:47 - 24 minutes