Also artwork

Also

50 episodes - Faroese - Latest episode: almost 5 years ago -

Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.

Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.

Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt!

Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)

News
Homepage Apple Podcasts Google Podcasts Overcast Castro Pocket Casts RSS feed

Episodes

Also: Konan er ikki eitt barn

June 08, 2019 15:00 - 59 minutes

Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var eisini á einum máli um at siga kortanei til valsvik, men tey vóru ósamd um, hvussu nógv man skal avmarka sínar dreymar og síni ynski av umhvørvisávum. Í seinasta Also-panelinum á hesum sinni eru Símun Gullaksen, Dánjal Samuelsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen.

Halt fram við at skriva og ringja

June 01, 2019 12:16 - 1 hour

Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella skal eg bara lata tað fara, spurdi viðkomandi panelið, sum í morgun var mannað við Bergi Debes Joensen, Ásu Andreasen og Janusi Poulsen. - Halt fram við at skriva og ringja, men følir tú, at bara tú ert áhugað í at halda sambandið við líka, so skalt tú kanska umhugsa at gevast, svaraði panelið.

Also: At velja kyn er óetiskt!

May 25, 2019 14:25 - 57 minutes

Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at ferðast saman við familju longur, tí tey vaksnu skeldast so illa, og frá ungari kvinnu, sum heldur, at vermamman vitjar sonin alt ov nógv. Í panelinum hesaferð eru Theresa Turidardóttir Kreutzmann, Jóngerð Nielsen og Rudolf Joensen

Tosa við foreldrini um tað

May 18, 2019 12:27 - 59 minutes

Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er samkyndur. Og heldur ikki, tá tvístøðan var á lofti, har ein persónur hevði vunnið eina hálva millión krónur, sum hann ætlaði at brúka uppá seg sjálvan heldur enn alla familjuna.

Also: Tú ert tann vaksni!

May 12, 2019 23:29 - 54 minutes

Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vita av honum longur. Tvístøðan snýr seg um ein málning frá einum góðum vini, og sms-spurningurin er um eina trampolin. Í panelinum hesaferð eru Turið Horn, Malan Eyðunsdóttir og Hallelujasofus

Sig við kundan, at tit stongja

May 04, 2019 16:26 - 1 hour

- Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanligar her, og tað áttu tær kanska at verið. Tað var svarið hjá Also-panelinum til eitt starvsfólk í einum handli, sum troyttaðist av kundum, sum ofta kemur í handilin beint fyri afturlatingartíð. Og sum ikki skilir, at tá handilin stongir klokkan 22 á kvøldi, so er tað klokkan 22 og ikki klokkan 2...

Also: Tit mugu bíta tað í tykkum!

April 27, 2019 14:17 - 58 minutes

- Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við. Annars snúgva evnini hesaferð seg um, hvat man skal gera, tá man heldur ommubørn tosa ov ljótt og niðurgerandi við eina ommu, og tvístøðan snýr seg um at læna pengar út til eitt endamál fyri síðan at finna útav, at teir møguliga verða nýttir til nakað heilt annað. Í panelinum hesaferð eru Jana Mortensen, Janus Poulsen og S...

ALSO: Skal maður við í bindiklubb?

April 13, 2019 15:07 - 55 minutes

Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst. Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, sum kanska fór um mark? Hesir spurningar eru millum teir, sum panelið svarar hesaferð. Í panelinum eru Henrik Old, Durita Nolsøe og Rudolf Joensen

- Far um makin ikki virðir teg

April 06, 2019 18:14 - 1 hour

Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá, og ikki er sinnaður til at tosa um trupulleikan. Hesar báðar spurningarnar skuldu tey trý í Also-panelinum í morgun, Turið Horn, Bergur Debes Joensen og Petrina Berg á Lag taka støðu til í dagsins sending.

Also: Hon geldir hann!

March 30, 2019 14:20 - 52 minutes

Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar hansara. Eitsini viðger panelið bræv frá einari ungari ommu, sum suffar um, at børn og ommubørn ikki dáma matin, sum hon borðreiðir fyri teimum, eftir at hava gjørt sær stóran ómak. Í kjakfúsa panelinum hesaferð eru Allan Dalsgarð, Katrin Kallsberg og Sofus Hansen

Lat dreingin binda

March 23, 2019 12:12 - 1 hour

Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum. Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Eiler Fagraklett samd um í morgun. Hundaeigarar hava skyldu til at taka upp eftir djórunum, tá tey gera burtur av sær á almennum økjum, men tað eru ikki øll sum minnast ta skylduna. Ein annar spurningur var, um dreingir skulu binda ella um teir skulu gera "dreingjating" ...

ALSO: Maðurin skal føra!

March 16, 2019 11:55 - 59 minutes

Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum. Annars verður eisini komið kring spurningar sum hvat er at gera, tá tú skalt verja nýføðingar móti børnum, sum ikki eru koppsett, og hvat tú gert, hittir tú ein bilførara aftur, sum var sera óhøviskur í ferðsluni. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Ása Andreasen og Dánjal Samuelsen

Far víðari til næsta starvsmøguleika

March 09, 2019 12:02 - 59 minutes

Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also-panelið. Og svarið, sum tey høvdu at geva umsøkjaranum, sum ikki fekk starvið, tí hann ikki hevði alt tað, sum arbeiðsgevarin sóknaðist eftir, var, at viðkomandi skuldi gloyma hatta starvið og royna okkurt annað.

Also: Finn tær hjálp!

March 02, 2019 14:19 - 59 minutes

Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til. Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning: At fara í brúdleyp ella at fara til konsert. Eisini verður spurt um, hvat ein pápi til eina 18 ára gamla gentu skal gera, nú gentan er sera úrlatin á Instagram, har vinir pápans viðmerkja og dáma. Og hvat halda Turið Horn, Símun Gullaksen og Katrin Petersen um at frekir filmar verða tiknir u...

Tú skalt einki siga

February 23, 2019 12:39 - 1 hour

Spurningarnir til Also-panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskubit um, at hon hevur verið við síðuna av, við tí úrsliti, at maður hennara ikki eigur elsta barnið. Kvinnan vil vita, um hon skal siga tað við mannin, at hann ikki eigur elsta barnið, ella um skal tiga. Hoyr alla Also-sendingina her.

Also: Ikki uppfinna trupulleikar

February 16, 2019 14:27 - 55 minutes

Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga okkara vísu panelluttakarar. Eisini er eitt bræv frá einari kvinnu, sum hevur mist seg sjálva burtur, tí maðurin hevur verið ótrúgvur, ein tvístøða um børn og ítrótt og ein sms-spurningur um heimabúgvandi børn, sum eru vorðin 18 ár. Skulu tey taka lut og skulu tey rinda fyri uppihald? Í panelinum...

Also: Hví skal hann vera romantiskur?

February 09, 2019 14:29 - 58 minutes

Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin. Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum hevur teknað seg til X-faktor - sigur tú við vinin, at hann ikki skal fara tí hann ikki dugir at syngja? Tvístøðuna vóru tey ikki samd um í panelinum. Er tagnarskylda relativ? Er okkurt sum man burdi sloppið at tosa um, meðan annað er meira privat? Hetta spyr lurtari, men panelið er ikki til at v...

Tit mugu finna tykkara egna

February 02, 2019 12:30 - 59 minutes

Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum? Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdóttir og Janusi Poulsen, ikki. Tey halda, at systurin má góðtaka, at beiggin býr heima. Og klárar hon ikki tað, má hon finna sær okkurt annað at búgva í. Eisini skuldi panelið í morgun taka støðu til ein granna, sum kyndir upp og á tann hátt órógvar grannarnar, sum ikki tola roykin so væl. Hoyr a...

Abbin skal stuðla sínum

January 26, 2019 12:31 - 1 hour

Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark. Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jennifer Brockie Hansen og Høgni Heinesen skuldu taka støðu til í Also í dag. Hoyri alla sendingina her.

Also: Ikki líta aftureftir!

January 19, 2019 12:33 - 58 minutes

- Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra. Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, men sum als ikki tímur. Tvístøðan hesaferð er um, tá damur koma upp í leikin og broyta siðvenjur millum vinir, meðan sms-spurningurin er frá einum abba sum spyr, hví vit ikki eisini kanna bragdarhug og áræði hjá okkara ungdómi í skúlanum, heldur enn, um tey stríðast við ótta. Í panelinum eru Ru...

ALSO: Latið mannin fáa frið!

January 12, 2019 11:53 - 59 minutes

Annars snýr sendingin hesaferð seg um eina unga kvinnu, sum er flutt saman við einum manni fyri fyrstu ferð, um hvat tú skalt gera, tá makin tekur uppá í vekt, og um ein starvsfelaga, sum bindir til arbeiðis, so onnur mugu renna skjótari. Í panelinum hesaferð eru Malan Eyðunsdóttir, Jana Mortensen og Símun Gullaksen

ALSO: Eingin rørir hárið hjá Janusi

January 05, 2019 14:26 - 58 minutes

Brøvini eru frá einari mammu, sum er bangin fyri, at hon heldur ov fast í 16 ára gamla soninum, og frá einari kvinnu, sum er hørm um, at arbeiðsplássið er so klikut. Í panelinum hesaferð eru Janus Poulsen, Jóngerð Nielsen og Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

Sofus: Hví hava tey ikki ringt til mín?

December 29, 2018 11:50 - 1 hour

Tað var eitt sera væl svingandi panel, sum sat kring grøna Also-borðið ídag. Tey trý, Katrin, Hendrik og Sofus vóru umsíður saman aftur í Also og tað vóru tey stak væl nøgd við. Tað gekk eisini væl, tá tey svaraðu brøvum og sms-spurningum frá lurtarum. Hoyr sendingina her.

Andras: Handan konan er simpulten for óinteressant

December 22, 2018 12:13 - 1 hour

Ein kona hevur fingið nokk av manninum, sum brúkar alla sína tíð frammanfyri telefon ella telduskýggjanum. Onnur kvinna er ill, tí maðurin keypir sínum børnum sera dýrar jólagávur, meðan hennara fáa nógv minni, ein eks er kedd, tí henni verður noktað atgongd til tiltak har gamal unnusti er, og so spyr ein pápi, um tað er ábyrgdarleyst at drekka eina øl, tá hann er einsamallur heima við sovandi barni. Hoyr sendingina her.

Also: Tveit ikki barnið úr songini

December 15, 2018 12:16 - 59 minutes

Er menn meira forkelaðir enn kvinnur? Tað vil ein kvinnuligur lurtari fegin hava panelið at svara uppá, tí maðurin fer heim til mammu sína við børnunum, hvørja ferð hon fer av landinum, meðan eingin bjóðar henni nakað sum helst, tá hann er burtur. Tvístøðan snýr seg um at siga frá, tá tú av óvart buglar ein annan bil, og sms-spurningurin snýr seg um miðlar, myndafrásøgnir og rættin til privatlív á festivalum. Í panelinum hesaferð Durita Nolsøe, Allan Dalsgarð og Rudolf Joensen.

Katrin: "Eg eri "guilty as charged!"

December 08, 2018 12:26 - 1 hour

"Eg má flenna nú, tí hatta er akkurát eg. Har eri eg, sum man sigur "Guilty as charged", tí eg brúki altíð míni foreldur". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg til brævið, har lurtari spyr, um pensionistar ikki skulu hava frið, og ikki bara ansa teirra ommu- og abbabørnum. Hini brøvini eru um eina mammu, sum letur sonin bíða í bilinum, meðan hon fer í ein handil, og eina unnustu, sum hyggur í fartelefonina hjá sjeikinum.

ALSO: Facebookvinur við eina eks?

December 01, 2018 14:29 - 1 hour

Tey í panelinum eru als ikki samd, tá tað snýr seg um eitt bræv frá einum manni, ið er so harmur um, at hann og konan ikki hava fingið børn. Hann heldur, at tey skulu kannast hjá læknanum fyri at finna útav, um nakað er galið, men konan sigur kortanei. Skal hann so fara frá henni, og finna sær eina, sum vil hava børn?

- Kom yvir tað!

November 24, 2018 12:20 - 1 hour

"Kom yvir tað, og ver glað. Tær mugu siga tað pent við hana". Soleiðis sigur Katrin Kallsberg um eina kvinnu, sum framvegis fimm ár aftaná, at hon er frísk, framvegis tosar óavbrotið um sjúkuna. Bindiklubburin hevur nú fingið nokk. Ein persónur fær ikki havt sítt summarhús í fríð, tí viðkomandi verður kimaður niður av fólki, ið mangla stað at búgva í. Tvístøðan er frá manni, sum spyr um hann skal bera slatra hemmuligheit frá konuni fyri beiggja sínum, sum hendan hemmuligheit er um. Les meir...

ALSO: Ein dagbók er ikki privat

November 17, 2018 14:19 - 55 minutes

Soleiðis spurdu vit í tvístøðuni hesaferð, og bæði meirlutin av panelinum og lurtararnir vóru samdir um, at tú kanst lesa í einari dagbók, sum tú finnur. Brøvini hesaferð eru frá einari kvinnu, sum ikki trívist tá maðurin er burtur, og frá einum manni, sum fann okkurt spennandi í bilinum, tá vinmaðurin hevði lænt bilin. Í panelinum: Eiler Fagraklett, Janus Poulsen og Jóngerð Martinsdóttir Nielsen

- Hann má bíta tað í seg!

November 10, 2018 12:13 - 1 hour

"Hann má manna seg upp og bíta tað í seg!" Soleiðis sigur Høgni Heinesen um mann, sum saknar sína konu, nú hon brúkar nógva tíð saman við starvsfeløgum sínum. Seinna brævið er frá kvinnu, sum hevur funnið útav, at hennara vinkona hevur eina beiggja, sum vinkonan ikki veit av. Skal hon siga tað við hana? Tvístøðan er frá manni, sum spyr, um hann skal lata handli ein lut aftur, sum hann hevur fingið ov nógv. Hoyr alla sendingina her.

ALSO: Barnapengar snúgva seg um barnið!

November 03, 2018 13:21 - 1 hour

Annað brævið, sum vit hava fingið hesaferð, snýr seg um ein mann, sum heldur tað vera órættvíst, at gjaldið av barnapengum fer upp, tá man hevur góða løn, og hitt brævið er eitt neyðarróp frá einum pari, ið eru vorðin í so magelig. Tvístøðan setir spurningin, um man sigur nakað, tá man sær eina mammu geva einum illsintum barni ein brest í afturpartin. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Oda Wilhelmsdóttir Andreasen og Theresa Turidardóttir Kreutzmann.

- Tað er hart, men vit mugu duga at seta mørk

October 27, 2018 12:26 - 57 minutes

Dagsins brøv vóru í tí meira álvarsama endanum. Fyrra brævið snúði seg um pápa og dóttir, sum ikki hava samskift í longri tíð, og tað seinna snúði seg um vaksnar systrar, sum hava trupulleikar við einari ommu, sum er í so váttlig og sum eftir teirra tykki ikki er so fitt, sum hon kundi verið.  

ALSO: Soleiðis ger man ikki!

October 20, 2018 15:21 - 57 minutes

Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki? Eru gentur kaldari enn dreingir? spyr lurtarin víðari. Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey fingu ein 1000 kr seðil ov nógv útflýggjaðan í bankanum. Í panelinum hesaferð eru Rudolf Joensen, Allan Dalsgarð og Katrin Petersen

- Lívið er ov stutt til at skeldast um eitt ur

October 13, 2018 12:26 - 58 minutes

Lagið var gott, og panelið var sera væl upplagt at ráðgeva lurtarunum í dag. Evnini vóru: nær kunnu pappforeldur blanda seg í uppaling, hví fáa barnakonur so nógvar viðmerkingar um, hvussu stórar tær eru vorðnar, eitt lænt lummaur, sum eigarin ikki fær aftur og so sms- spurningar frá lurtarunum.

ALSO: Tú ert ein hetja!

October 06, 2018 14:33 - 1 hour

Men samstundis halda tey, at hann ikki skal lata hana búgva har uttan at gjalda leigu, tí fólk fara betur um, skulu tey gjalda fyri at búgva har. Hin spurningurin í dagsins sending var frá einari mammu, sum er um at flyta av landinum, tá hon fær frænir av, at fyrrverandi maðurin aftur er farin at drekka, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av tannáringasoninum. Umframt hetta, so vóru Ása Andreasen, Eiler Fagraklett og Janus Poulsen eisini við uppá ókendar spurningar sum tvístøðuna og sms spur...

Andras: Giftir menn eiga at halda seg innangarðs!

September 29, 2018 13:05 - 1 hour

Longu í fyrstu Also-sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap. Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg.

ALSO: Slá grasið sjálv!

June 09, 2018 14:11 - 55 minutes

Spurningarnir hesaferð snúgva seg um kvinnur, ið tosa babymál, útferðir við arbeiðsplássinum og um kvinnu- og mannfólkauppgávur. sms-spurningarnir eru um, hvørt pør kunnu fara hvør sín veg at ferðast í feriuni, ella ikki, og so varð eisini spurt um panelluttakararnir ætla at hyggja at HM í fótbólti, og hvørjum teir halda við. Í panelinum hesaferð eru Eiler Fagraklett, Petrina Berg og Barbara á Tjaldrafløtti

- Ring til Barnaverndina!

June 02, 2018 12:22 - 1 hour

Ein gift kvinna er áhugað í nýggja og sjarmerandi grannanum, ein vil hjálpa vinkonu, sum er útsett fyri harðskapi av manninum, meðan ein triðja kennir seg trýsta at fáa sær børn, hóast hugurin als ikki er til staðar. Hoyr sendingina her.

ALSO: Mussist bara!

May 26, 2018 13:14 - 1 hour

Hetta var ein av spurningunum, sum panelið fekk at taka støðu til í sendingini hesaferð. Eisini vóru spurningar um hvat er at gera, tá ein aktivur maður fær staðfest demens, og um at tað er trupult at fylgja við, tá onnur hava so nógvar pengar at ferðast og keypa fyri. Í panelinum hesaferð eru Leif Láadal, Katrin Petersen og Dánjal Samuelsen.

Bergur: - Hetta er absolut botnurin av vanvirðing!

May 19, 2018 12:30 - 1 hour

"Kona vinmannin venur so nógv, at hon nú er alt vorðin alt ov kløn og líkist einum manni". Ein starvsfelagi luktar so illa, men ongin vil siga nakað við hann, og so hevur ein familja hug at blanda seg í eitt hjúnarband, har maðurin nærum verður hildin fyri gjøldur av konuni, sum ballast ov illa. Hoyr sendingina her.

- Hann er ein tufla!

May 12, 2018 12:21 - 1 hour

Ein gomul genta nassar upp á mammu sína, og hetta øsir systrina. Ein kvinna vil hava harðskap framdan av kvinnum mótvegis monnum á breddan, og ósemja er hjá silvurbrúðarpari, um hvør eigur at verða boðin til stóru veitsluna.  

ALSO: Ør reglugerð!

May 05, 2018 14:42 - 1 hour

At gera reglur fyri, hvussu fólk skulu nýta kirkjugarðar, er heilt burturvið, siga tey í panelinum, til spurning frá lurtara, sum spurdi um teirra hugsan. Tað er ikki í lagi, at frágreiðingar um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, ikki eisini í eins stóran mun umfata handaligar útbúgvingar, sum tær akademisku, og vikarar í fólkaskúlanum kunnu gott finna uppá okkurt annað enn at tendra ein film. Soleiðis sigur panelið um spurningarnar hesaferð.

- Gagnar sannleikin nøkrum?

April 21, 2018 12:14 - 57 minutes

Ein sonur vil flyta, tí hann hevur fingið nóg mikið av sínum fosturpápa, ein granni, sum er í øðini, og heldur, at mark má vera fyri, hvat ein kann heingja á snórin fyri almannaeygu, og so plágar samvitskan ein mann, sum í fyllskapi hevur kyst konnuna hjá einum vinmanni. Ikki lættar tvístøður hjá panelinum at svara uppá, men tey megnaðu uppgávuna til fulnar. Hoyr sendingina her.

Also: Finn uppá okkurt sjálvur!

April 14, 2018 14:22 - 57 minutes

Sosiala samveran saman við vinunum er í høllini, men hesin lurtari hevur als ongan hug til at sparka, og hvussu ger man so, tá man vil hitta vinirnar? Annars snúgva spurningarnir seg um um hvat man skal gera, um varhugi er um, at ein starvsfelagi drekkur og um gentur og smyrsl, meðan sms spurningurin var um tað er fólkaligt at snýsa sær, meðan man situr á einari matstovu. Í panelinum hesaferð eru Símun Gullaksen, Ása Andreasen og Janus Poulsen.  

- Nógvir menn vilja hava tína konu!

April 07, 2018 12:17 - 1 hour

Afturvendandi og ótolandi tiltøkini og innbjóðingarnar á Facebook, ein kvinna við vesipappíri um fótin, og ein ørkymlaður maður, tí konan hevur tikið 25 kilo uppá. Hetta eru nøkur av evnunum, sum panelið viðger í hesi sending.

ALSO: Sig einki við tey!

March 24, 2018 12:35 - 58 minutes

So avgjørd eru tey í panelinum til henda spurning, sum kom umvegis sms skipanina. Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um ein nærgangandi starvsfelaga, ein krevjandi stjóra og um konfirmatiónir ? nær fer man, og hvat gevur man. Í panelinum eru Simona Midjord, Katrin Petersen og Allan Dalsgarð

ALSO: Gev henni ein klút!

March 17, 2018 14:26 - 54 minutes

Annars vóru spurningarnir um man verður eydnusamur av at keypa list, ella um man ikki fær tað betri, um man gevur peningin til vælgerandi endamál, og um tað er ófólkaligt at siga frá, um onkur nýtir fartelefonir til kosertir og í biografi. Í panelinum vóru Dánjal Samuelsen, Theresa Turidardóttir Kreutzmann og Eiler Fagraklett

- Hatta rakar ikki hana longur!

March 10, 2018 12:20 - 1 hour

"Hvussu kann hann longu vera farin víðari?" spyr ein eks-dama. "Eg kenni meg púra deyða fyri manninum, hann sær meg als ikki." Soleiðis sigur ein onnur, meðan ein maður spyr, hvussu tey kunnu hjálpa einum familjulimi, sum hevur tørv á hjálp, men ikki vil viðganga tað sjálvur. Soleiðis ljóða brot úr dagsins Also spurningunum.

- Hasin maðurin er púra sløknaður!

March 03, 2018 12:11 - 58 minutes

Ein maður, sum als ikki er til staðar heima við hús, tí hann konstant liggur við síni telefon. Ein kvinna, sum ilskast inn á materialismuna í dag, og so ein persónur, sum er um at kvalast av at síggja tilkomin støk renna í býnum og trola eftir fólki, sum longu eru í hjúnarbandi. Hetta eru evnini í dagsins sending.  

ALSO: Sig honum, hvussu tú hevur tað!

February 24, 2018 12:19 - 58 minutes

Soleiðis sigur panelið við kvinnu, sum skrivar um vøkru ex-damuna, ið ringir, skrivar og senir nakinmyndir av sær til sjeikin. Hinir spurningarnir snúgva seg um gomul foreldur, og hvør skal taka sær av teimum, og um tað at børn ikki sleppa at vera sjálvstøðug, tí foreldur blanda seg uppí, og eru við til alt. Í panelinum helsaferð eru Jana Mortensen, Rudolf Joensen og Símun Gullaksen

Books

Guilty as Charged
1 Episode